Verse: Mitt í býnum gongur hann hvønn dag Millum húsini í góðum lag Um tað regnar ella sólin sær Allatíðina hann gongur har Onnur koyra bil og síggja hann Tey fata ikki, at hann altíð kann Ganga runt í hesum stóra bý Tey skilja ikki, at hann hevur tíð Bridge Hann er ein víðagitin býarmynd Og altíð siga tey, at tað er synd At hann her gongur sum ein glatað sál Men hann gongur til hann kemur á mál Verse Hann fer ongantíð avstað við skund So hann gongur neyvan nógv á fund Eingin veit við vissu hvør hann er Ella hvat hann her í býnum ger Men tað frættist, at hann er stórt skald Hann á orðum og á tankum hevur vald Kanska skapar hann á gøtuni hvønn dag Meðan tú í bili skundar tær avstað Bridge Hann er ein víðagitin býarmynd Og altíð siga tey, at tað er synd At hann her gongur sum ein glatað sál Men hann hugsar til hann kemur á mál Solo (tempo down) (tone up) Verse (tempo up) Kanska skrivar hann um teg og meg Kanska skrivar hann um sjálvan seg Kanska undrast hann, at tú og eg Aldrin síggjast meira á alfarveg Kanska revsar hann ta stóru verð Hann kundi verið tann sum munin ger Og hvat um eftirtíðin minnist bara hann Tí hann sannleikan og lívið fann Bridge Hann er ein víðagitin býarmynd Og altíð siga tey, at tað er synd At hann her gongur sum ein glatað sál Men hann hugsar til hann kemur á mál Hann er ein víðagitin býarmynd Og altíð siga tey, at tað er synd At hann her gongur sum ein glatað sál Men hann hugsar til hann kemur á mál Ja, hann hugsar til hann kemur á mál...

Top songs from Uni Arge
Playground Sessions Course Banner
Did you ever dreamed on playing piano?

Playground Sessions is a revolutionary new way to learn music and play the piano. No more boring courses. The adaptive videos automatically adjust to your skill level. Plus, you’ll receive regular feedback on your progress each week, plus a personal training plan from a professional piano teacher.

Start to play the piano instantly - and have fun doing it!